Føroyska troyggjan segði alt

Sjónleikarin Sofie Gråbøl var ikki í iva um, at troyggjan hjá Guðrun & Guðrun var tann rætta til leiklutin sum Sarah Lund í sjónvarpsrøðini Brotsgerðin - Jamen, hasar troyggjurnar, altso, tað hevur verið nógv kjakast um tær her í Danmark, sigur Sofie Gråbøl við Vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum

- Í grundini skuldi Sarah Lund gingið í jakkasetti og víst, at hon var ein hørð kvinna, sum kláraði seg í einari mansverð. Men tá eg sá hasa fyrstu troyggjuna, gjørdist eg bara so glað, tí hon segði alt um Sarah Lund, sum hon skuldi siga.

- Eg helt, at Sarah Lund skuldi verða so hørð og hava so stórt sjálvsálit, at hon kundi ganga í einari slíkari troyggju. Tí tað er ein persónur við sjálvsáliti, sum er í einari slíkari troyggju, sigur Sofie Gråbøl.