Føroyska náttúran fylti ov nógv

- Tá eg gekk á Kunstakademinum tók eg frástøðu frá føroysku náttúruni, tí tað fylti so nógv í Føroyum, og eg vildi gera nakað nýtt.


Tað sigur listamaðurin Jóhan Martin Christiansen í longri samrøðu við Sosialin, ið kemur í sølubúðirnar í kvøld.
Men í greinini greiðir listamaðurin eisini frá, hvussu føroyska náttúran aftur gjørdist ein partur av hansara listarverkum.


- Tá ið eg kom heim, varnaðist eg, at náttúran kann lýsast á nógvar ymiskar mátar. Við SPOR fór eg heilt konkret út í føroysku náttúruna og gjørdi avstoypingar av føroyskari náttúruni og sporini av henni. Tað var ein nýggjur máti hjá mær at arbeiða við náttúruni, sigur Jóhan Martin Christiansen.


Til ber at lesa alla samrøðuna við Jóhan Martin Christiansen í Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.