Føroysk skip úr norskum sjógvi

Samráðingarnar millum føroyingar og norðmenn um fiskirættindi í ár eru slitnaðar Slitið ber í sær, at føroysk skip, sum royna í norskum sjóøki, noyðast at gevast, og tað sama er galdandi fyri norsk skip, sum hava roynt í føroyskum sjógvi.

Millum skipini, sum eru rakt av slitinum, eru trolararnir eystanfyri, sum nú noyðast í russiskan sjógv at royna. Skipini, sum fiska sild í norskum sjógvi, eru ikki rakt av slitinum, tí tey fiska sambært avtalu millum strandalondini.

Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum kundu partarnir ikki semjast um, hvussu eykakvotan av makreli norðan fyri 62 stig skal býtast, og tískil fór norska samráðingarnevndin aftur til Noregs fyrrapartin.