Daniella Sandberg. sum er ættað úr Sørvági, hevur síðan 1978 búð í Stokholm.
Í fleiri ár hevur hon gingið og borið upp á eina søgu, sum hon alla tíðina hevur hildið verið egnaða til ein film.
- Pápi mín, Malberg Simonsen, dugdi væl at siga søgur, og hann var ikki bangin fyri at siga sannar søgur, sum onnur ikki vildu tosa um, sigur Daniella Sandberg.
Ein søga, sum hann segði henni, var um Frans í Gásadali. Pápin var ættaður úr Gásadali.
Nú verður hendan søgan endursøgd í einum stórfilmi, sum svenski leikstjórin Richard Hobert, er við at seta upp. Richard Hobert er millum kendastu fimlsleikstjórarnar í Svøríki, hevur gjørt filmar, og fleiri teirra hava fingið virðisløn.
Tað var meira ella minni av tilvild, at Richard Hobert fekk søguna at vita.
- Eg var til ein føðingardag í Stokholm og kom at sita við sama borð sum hann. Eina ferð segði eg við hann, at eg visti eina føroyska søgu, sum hóskaði væl til film. Hann var beinanvegur áhugaður og gav mær visittkort sítt og bað meg ringja til sín, sigur Daniella Sandberg.
Tvær vikur seinni ringdi hon, og filmsleikstjórin fór beinanvegin til verka at bryggja meira upp á søguna.
Hetta eru trý ár síðan.
Daniella Sandberg hevur síðan hjálpt til og hevur millum annað verið í Føroyum og gjørt samrøður vi fólk, sum hava kent søguna.
Um at yvirliva
Søgan um Frans í Gásadali er ein søga um at yvirliva hjá fátækrafólki fyri meira enn tríhundrað árum síðan. Tað er eisini ein søga um tollyndi.
Foreldrini hjá Frans vóru ognarleys, og sum barnleys var framtíð teirra í vanda, tí hvat skuldi verða av teimum, tá ið kreftirnar fóru at ganga undan.
Ein dagin fóru tey bæði til Sørvágs, har eitt franskt skip lá. Ørindini vóru, at hon skuldi gerast við barn.
Tá ið tey fóru niðan aftur til Gásadals, høvdu tey eina víntunnu, sum tey fingu frá fransmonnum.
Konan var við barn og átti sonin, sum fekk navnið Frans. Ikki óhugsandi varð hann kallaður upp eftir pápaupphavi sínum.
- Pápi mín segði mær, at tað var eingin, sum sá niður á tey fyri tað. Tað vóru ikki ráð hjá nøkrum at skammast, sigur Daniella Sandberg.
Søgan um Frans í Gásadali er ikki skrivað niður, men hon livir framvegis á mannamunni hjá nøkrum fólkum.
Hon leggur dent á, at hon hevur alla virðing fyri menniskjunum, sum nýttu hendan møguleikan fyri at yvirliva.
Daniella Sandberg sigur, at søgan altíð hevur fylt nógv í hennara hugaheimi, og tað gjørdi hon ikki minni, tá ið hon var greið yvir, at hon ikki kundi eiga børn sjálv.
Hon og maðurin Svante valdu at ættleiða tvey børn.
- Kærleikin til børnini er ikki minni, fyri tað um eg ikki havi føtt tey sjálv. Soleiðis hevur pápi Frans óivað havt tað eisini.
Gott handrit
Daniella Sandberg sigur, at hon var spent, tá ið hon fekk handritið at lesa. Hon var ovfarin av, so væl Richard Hobert hevur fingið burtur úr søguni. Hann hevur bygt meira upp á søguna fyri at gera hana meira spennandi, og tað hevur ikki gjørt søguna verri.
- Richard Hobert vísir í handritinum stóra virðing fyri menniskjunum, sum livdu undir so hørðum korum, og haraftrat hevur hann fingið tað kvinnupolitiska við, sigur Daniella Sandberg.
Hon hevur útbúgving sum frama- og sosialpedagogur. Hon hevur arbeitt nakað við sjónleiki men einki við filmi.
Filmurin
Filmurin hevur fingið heitið The Bird Catcher og fer at vara smáar tveir tímar.
Upptøkurnar verða gjørdar í Gásadali og aðrastaðni í Vágum, og leikararnir verða royndir sjónleikarar, teir flestu skandinavar.
Fimm lond eru við í verkætlanini, Svøríki, Noreg, Frakland, Danmark og Føroyar.
Hetta er nógv tann størsta filmsverkætlan í Føroyum nakrantíð og fer at kosta 32-35 mió. krónur.
Upptøkurnar verða eftir ætlanini gjørdar í vár, og filmurin verður liðugur í heyst.
Richard Hobert ætlar at fara á filmsstevnuna í Cannes næsta ár.