Føroysk oljufeløg fegnast um oljuút-bjóðingarlóg

Stjóri og nevndarformaður í teimum báðum privatu føroysku oljufeløgunum, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni halda, at tað var rætt ikki at taka alment oljufelag ella optión við í útbjóðingarlóg. Annar teirra ber tó ótta fyri serskattinum, sum hann heldur er so tungur, at hann kann fáa at fáa fleiri oljufeløg at taka seg aftur.

Jan Müller


Nú løgtingið við 2. viðgerð hevur samtykt uppskotið frá landsstýrinum til oljuleiting hevur blaðið roynt at fáa onkrar viðmerkingar frá oljufeløgum, sum eru hugað í Føroyaøkinum. Tey vit hava tosað við vilja bíða at gera viðmerkingar til uppskotið er endaliga samtykt og 1. útbjóðingin alment er latin upp. Kortini hevur tað eydnast at fáa umboð fyri tey bæði føroysku oljufeløgini at gera viðmerkingar.

Graham Steward, nevndarformaður í Føroya Kolvetni er fegin um, at løgtingið hevur samtykt upprunaliga uppskotið. Sjálvur heldur hann tað vera gott fyri komandi útbjóðingina, at hvørki alment oljufelag ella optión er við. -Kappingin er ómetaliga hørð. Føroyar skulu kappast við útbjóðingar í Brasilia og Vesturafrika, og tí má man ikki gera støðuna torførari fyri eina føroyska útbjóðing við at taka alment oljufelag ella optión við.

Graham Steward heldur ikki føroyingar missa nakað við ikki at hava optión við. -Føroyingar skulu fáa nakað burtur úr gjøgnum skattin, við at veita tænastur til vinnuna og við at vera við í føroyskum oljufelag.

Formaðurin í Føroya Kolvetni dylur annars ikki fyri, at sjálvt um verandi uppskot verður samtykt, so er serskattaparturin ov tungur. -Eg haldi har skuldi als ikki verið nakar slíkur, men hetta er so ein avgerð hjá føroyingum. Ein má bara gera sær greitt, at ein avleiðingin kann blíva, at fleiri feløg ikki verða við í útbjóðingini, tí tey meta skattin ov høgan.

Graham Steward, sum starvast sum stjóri í oljufelagnum Dana, búleikast nógv millum oljufólk, og tað er hansara meting, at tað verða í minsta lagi 3 feløg, sum ikki verða við í útbjóðingini, ið higartil hava víst áhuga. -Eg rokni við, at tað kanska vera í mesta lagi 10 oljufeløg við í útbjóðingini, tá avtornar. Graham Steward sigur seg annars vera nøgdan við, at tað ikki verður lóggivið um, at alt oljuvirksemi bara skal liggja á einum ávísum plássi, hóast hann sigur seg væl skilja, at suðuroyingar eru vónsviknir. Hann heldur tó, at tað skuldi verið nokk til allar, tá avtornar.


Atlants Kolvetni

Stjórin í Atlants Kolvetni, Wilhelm Petersen er eisini nøgdur, nú tingið hevur samtykt upprunaliga uppskotið frá landsstýrinum, sum hann heldur er eitt sera gott og væl gjøgnumarbeitt uppskot. Hann heldur ikki, at tað er nakað bakkast fyri Føroyar, at alment oljufelag ella optión ikki kom við. Hann heldur, at samfelagið peningaliga fær mest burtur úr við tí skattaskipan, sum er ásett í uppskotinum.

-Tað almenna skal seta karmarnar, meðan tað privata skal reka vinnuvirksemi. Hetta er tíanbetur tann gongdin, sum vit síggja í Føroyum í dag.

Wilhelm Petersen er eisini nøgdur við, at broytingaruppskotið at leggja alt oljuvirksemi til Suðuroynna fall. Hann heldur, at alt tað føroyska vinnulívið og eisini Suðuroyggin skulu vera við í útviklinginum. Allir skulu hava sama møguleika til at vera við.

Stjórin í Atlants Kolvetni er ikki samdur við Graham Steward í hinum føroyska oljufelagnum, tá prátið kemur inn á serskattin. -Serskatturin kemur bert inn í myndina, tá man hevur sera høgan prís og sera stór felt. So hetta verður ein luksustrupulleiki. Tá hava oljufeløgini fingið eitt gott avkast, og við serskattinum tryggjar tú tær, at oljufeløgini ikki fara avstað við øllum. Wilhelm Petersen sigur, at treytirnar vit seta oljufeløgunum mugu ikki verða ov harðar, soleiðis at eingin áhugi verður fyri at leita her. -Eftir míni meting er verandi lóg í tráð við hesa sannroynd, og alt í alt er uppskotið til oljuleiting skilagott og til gagns fyri Føroyar.