Føroysk børn fáa nú betri rættindi.
Løgtingið hevur nú viðgjørt eitt uppskot um at seta á stovn eitt Barnaumboð og eitt Barnaráð, sum skal styrkja rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum umsitur málið, sigur, at samstundis skal virksemið hjá Løgtingsins umboðsmanni víðkast til eisini at umfata børn.
Ætlanin við Barnaumboðnum er, at tað skal vera eitt óheft talsfólk hjá børnunum. Starvið er 1/3 fulltíðarstarv.
Samstundis skal eitt Barnaráð stovnast, sum skal ráðgeva Barnaumboðnum Barnaráðið verður samansett av fólkum, ið hava serstaka vitan á barna- og ungdómsøkinum.
Í Barnaráðið verða seks limir umframt Barnaumboðið, ið er formaður í ráðnum.
- Barnaumboðið skal hava eftirlit við, at skipanir og tey tilboð, sum verða veitt okkara børnum, eru nøktandi eftir lógini.
Men harafturat skal Barnaumboðið hava sum eitt aðalmál at tryggja, børn og ung verða hoyrd í øllum málum, ið hava við barna- og ungdómslívið at gera.
- Eisini verður tað uppgávan hjá Barnaumboðnum at kunna almenningin, umframt landsstýrið, Løgtingið og kommunur, um lívskorini hjá børnum og ungum í Føroyum.
Seinni í ár er ætlanin at Løgtingsins umboðsmaður eisini skal viðgera klagur frá børnum og hava eftirlit við stovnum, har børn eru.











