Føroyingurin er Føroya fremsti dýrgripur

Margreta, drotning, nýtti eisini høvi at taka orðið á stásdøgurðanum í kvøld. Røða hennara snúði seg í stóran mun um tað menning, sum føroyska samfelagið hevur upplivað seinastu tíðina.

- Tað gleðir meg at síggja, hvussu væl føroyska samfelagið er komið seg eftir fíggjarkreppuna, sum rakti heimin í 2009, segði hennara hátign, og gav tí jaliga felagsandanum og íbúgvandi trúgv føroyinga á framtíðina æruna av hesum.

 

Hennara hátign segði, at á hennara mongu vitjanum, hetta er 14. ferð, hon vitjar Føroyar, hevur hon sæð ta menning, sum hevur verið í føroyska samfelagnum.

- Tað gleðir meg at síggja, hvussu væl tit nú gagnnýta vindin og veðurlagið, so at í næstu framtíð stavar meginparturin av orku tykkara frá varandi keldum. Hetta setur tykkum á breddan á altjóða pallinum, segði drotningin. Hon vísti samstundis á, at bæði innan fiskaídnað og innan sjóvinnuna eru føroyingar hátt virdir og kendir fyri sína kunnleika og sína dygd.

 

Sum vant helt drotningin seinasta partin av talu síni á føroyskum og vísti tá á, føroya fremsti dýrgripur er ikki fiskurin í sjónum, ella oljan, sum kanska liggur í undirgrundini, men føroyingurin sjálvur og tær dygdir, sum liggja í honum.