Føroyingur syngur í íslendska Eurovision í kvøld

Sangari úr Hvannasundi verður á pallinum í íslendska Grand Prixnum í kvøld

Í kvøld verður fyrra innleiðandi umfari í íslendska Grand Prixnum hildið. Seks sangir luttaka, og tríggir teirra sleppa víðari í finaluna, sum verður um tvær vikur.

Næsta vikuskiftið skal Kristina Bærendsen syngja duett saman við Páll Rósinkranz í íslendska Grand Prixnum, men longu í kvøld verður ein føroyskur sangari á pallinum.

Tað er Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi, sum syngur kór hjá Ernu Mist Pétursdóttir. Olvheðin er 26 ára gamal og gongur á tónleikaskúla í Íslandi í løtuni.

Sangurin hjá Ernu Mist eitur Skuggamynd og er sangur nummar tvey í kappingini í kvøld.

Olvheðin stendur sum nummar trý frá vinstru á myndini omanfyri.