Bæði í bestu og næstbestu donsku fótbóltsdeildini fingu føroyingarnir stig um vikuskiftið. Atli Danielsen var tó tann einasti, sum fór av vøllinum við trimum stigum, tá hann og FC Roskilde bastu Brønshøj. Klaksvíkingurin spældi á miðvøllinum í samfullar 90 minuttir. Javnleikurin lyftir FC Roskilde upp á 36 stig, sum røkkur til eitt 8. pláss.
Eisini Viljormur Davidsen spældi dystin á tamb fyri FC Fyn, tá teir spældu javnt í móti FC Kolding, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarmarkið. FC Fyn liggur undir sjálvum markinum, næstaftast við 23 stigum og við fýra stigum upp til markið. Við øðrum orðum sær tað svárt út hjá Viljormi Davidsen og hansara monnum, men við fýra umførum eftir ber tað til at broyta hetta.
Í bestu donsku fótbóltsdeildini spælir Christian Lamhauge Holst. Hann spældi so at siga allan dystin fyri Silkeborg, sum spældi málleysan javnleik í móti OB, sum er nummar tvey í deildini. Føroyski landsliðsleikarin, sum spældi vinstri vongur, varð skiftur út fýra minuttir fyri leiklok.
Silkeborg er nummar fimm í bestu donsku deildini við 37 stigum.