Hann hevur verið tann ídnasti stríðsmaðurin ímóti føroyska grindadrápinum. Hann hevur verið í hørðum samanbrestum við myndugleikarnar og var landsforvístur eftir ágang ímóti føroyingum fyri 20 árum síðani.
Og hóast hann ikki hevur verið Føroyum í nógv ár, fylgir Paul Watso, sum er oddamaður í umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd, framvegis væl við gongdini í føroyska grindadrápinum.
Nú landslæknin og granskarin Pál Weihe hava mælt øllum føroyingum frá at eta grind og spik, heldur Paul Watson, at tað er ikki meira, enn hann segði fyri 20 árum síðani.
- Vit søgdu føroyingum, at grindin var dálkað, og tað var ikki ráðiligt at eta grind. Men føroyingar løgdu einki í okkara ávaringar, men hildu fram við at gera seg inn á síni børn við at lata tey eta grind, sigur Paul Watson.
- Føroyingar hava offra heilsuna hjá sínum børnum fyri at halda fast um barbariska grindadrápið, sum ikki eigur at bera til í okkara tíð. Men nú hava læknir í Føroyum umsíðir viðurkent, at vit høvdu rætt, tá vit ávaraðu ímóti at eta grindina.
Grindadrápið er vemmiligt
Heldur tú, at nýggja granskingin fer at steðga grindadrápinum?
- Eg veit ikki. Kanska drepa føroyingar grindahvalir til stuttleika. Eg veit bara, at grindadrápið er fullkomiliga láturligt. Tað er nakað av tí mest barbariska og vemmiliga, sum eg nakrantíð havi upplivað, og eg dugi ikki at skilja, at tað kann halda fram.
- Læknarnir siga, at teir eru keddir av koma við nýggja frámælinum, men eg kann tosa fyri hvalirnar og siga, at vit hava tikið ímóti tíðindunum við stórari gleði.
Hví var stríðið ímóti grindadrápi so týdningarmikið fyri teg?
- Vit royna at verja hvalir um allan heimin, og slátrið av grindahvalunum er fullkomiliga óneyðugt, og so er tað eisini ræðuligt.
Í Føroyum kom tað til samanbrestir við myndugleikarnar. Er tað vanligt, har sum tú fert?
- Ja, tað er tað, sum vit standa fyri - samanbrestir fyri at vekja ans millum fólk.
Tað snýr seg um samanbrestir
Fekst tú nakað burtur úr tínum stríði í Føroyum?
- Ja, vit fingu nógva umrøðu kring heimin og fingu gjørt fólk varug við, hvat gekk fyri seg í Føroyum. BBC gjørdi dokumentarsending um okkum, og vit royndu óteljandi ferðir at ávara politikarar og fólk um grindahvalin, og serliga um vandan fyri kyksilvurið. Men øll valdu bara at lata sum einki.
Føroyingar halda helst fram við at drepa og eta grind. Hvat heldur tú um tað?
- So er fólk heilt einfalt skítbýtt. Eingin fer at eta eitur, uttan tú ynskir at doyggja ella ignorerar alt skil.
Kemur tú nakrantíð aftur til Føroya?
- Ja, tað royna vit. Í løtuni eru vit í Antarktis og stríðast ímóti japanskum hvalveiðumonnum. Tá hetta stríðið er liðugt, so kundu vit sakants funnið uppá at komið aftur til Føroya. Eg kann bara siga, at Føroyar standa altíð á mínum lista.
Paul Watson er í løtuni umborð á skipinum Steve Irwin ávegis til Antarktis at stríðast ímóti japanskum hvalaveiðumonnum.
Fakta
Navn: Paul Watson
Aldur: 58 ár
Føðistaður: Toronto, Kanada
Watson var virkin í Greenpeace, men var koyrdur úr felagsskapinum í 1977.
Stovnaði sín egna umhvørvisfelagsskap, Sea Shepherd, í 1978
Virda amerikanska blaðið Time Magazine valdi hann í 2000 til ein av umhvørvishetjunum í 20. øld