Barcelona: Maðurin, ið á sinni gjørdi filmin Rannvá, vil hjálpa føroyingum í Barcelona.
Hetta hendi eftir ógvusliga bilálopið á handilsgøtu í Barcelona í dag, har 13 fólk doyðu, og minst 100 hava fingið skaða.
Á fb vanga sínum skrivar Miguel M. Hidalgo, at um neyðstaddir føroyingar eru í Barcelona, so vil hann fegin í samband við føroingarnar.
Hidalgo gjørdi í sjeytiárunum filmar í Føroyum, her hann var í nøkur ár. Kendur er t.d. filmurin um Rannvá. Tað eydnaðist Elini B. Heinesen fyri nøkrum árum síðani at fáa samband við Hidalgo. Tá hevði onki samband verið millum hann og Føroyar, síðani hann for úr Føroyum fyri mongum árum síðani, og mong vóru kedd av hesum, tí umframt at vinarbond vóru, so var eisini soleiðis, at filmstjórin hevði filmarnar við sær, tá hann fór.Og tað var hetta, sum Elin B. Heinesen ynskti at bøta um, tí mong ynsktu at síggja filmarnar aftur, og tað eydnaðist at fáa samband aftur, og kvf vísti filmarnar fyri tíð síðani.
Á myndini síggjast Elin og Miguel Hidalgo í Føroyum, og innsett eru boðini um útrætta hond til møguligar neyðstaddar føroyingar, sum føroyavinurin Hidalgo í kvøld legði á sín fb vanga.