Ríkisfundur millum stjórnarleiðararnar í Grønland, Danmark og Føroyar hevur í dag verið á donsku oynni Christiansø, ið liggur eystan fyri Bornholm.
Á árliga ríkisfundinum viðgjørdu stjórnarleiðararnar ymisk viðurskiftir, ið viðkoma teimum trimum londunum í danska ríkisfelagsskapinum.
Í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni í kvøld upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, at millum tey málini var avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini.
- Farið verður nú undir at eftirmeta uttanríkispolitisku lógina. Samstundis er neyðugt at viðgera ítøkiligu trupulleikarnir, sum eru í verandi skipan, har Føroyar og Grønland eru noydd at virka í felag í altjóða málum, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivinum.
Tað er sambært løgmanni neyðugt, um Føroyar skulu røkja síni áhugamál úti í heimi.
- Fleiri dømi eru um, at uttanríkispolitiska lógin forðar okkum í at leggja uttanríkispolitiskar ætlanir eftir egnum tørvi. Tað er ikki nøktandi. Skulu vit røkja okkara áhugamál úti í heimi, er neyðugt at taka burtur avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.









