Føroyar-Georgia 28-23: Dystarendin og samrøða frá FM1

(FM1) FM1 sigur frá Føroyar-Ísrael nú. Hoyr Julian J. Johansen taka samanum Føroyar-Georgia 28-23

##med2##

Føroyar vann fyrr í dag 28-23 á Georgia,  og hevur tryggjað sær fremsta plássið í bólki C í U17 European Open kappingini í Göteborg í Svøríki. 

Dysturin kundi sigast at vera millum báðar toppskjúttarnar í kappingini, Nikoloz Kalandze hjá Georgia og Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá Føroyum. Vinstri bakkurin hjá Georgia skoraði eftir vild í longum løtum og høgdi bóltarnar í málið heilt frá 12 metrum. Elias fekk 10 mál í sín lut í dag.

Beint nú sigur FM1 frá Føroyar-Ísrael. Hilmar Jan Hansen sigur frá, og Helgi H. Hoydal er viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Omanfyri ber til at hoyra dystarendan Føroyar-Georgia frá FM1. Til ber at hoyra Helga H. Hoydal taka samanum dystin, og til ber eisini at hoyra samrøðu við annan venjaran, Julian J. Johansen. 

 

(Samanumtøka: Helgi H. Hoydal og samrøða við Julian J. Johansen)