Trolvirki
Hann hevur drúgvar royndir í at framleiða og umvæla trol. Tað, sum hann ikki veit um trol og trolreiðskap, er neyvan vert at vita.
Søren Havmand, sum seinastu 21 árini hevur starvast hjá trolvirkinum, Vónini, byrjaði í frítíðini sum 12 ára gamal at arbeiða á einum trolvirki í Thyborøn í Danmark.
Føroya Trol
Eftir at hava arbeitt undir "hattinum" hjá Vónini, fer hann nú saman við verfaðiri sínum, Helga Brekku og sonum sínum, René, at stovna nýtt felag, sum fær navnið, Føroya Trol.
Í januar byrjar virksemið í bygninginum inni á Fjørð í Vestmanna, sum teir hava keypt frá Føroya Banka.
Bygningurin er 1600 fermetrar til støddar, og hetta er ein partur av ognunum, sum Vestlaks átti.
Sonur Søren, René, er hóast bert 24 ára gamal, eisini royndur í leikum, tá ið ræður um trol og trolarbeiði. Seinastu árini hevur hann nevniliga verið formaður á nýggja virkinum hjá Vónini í Havn.
Alt til trolvinnnuna
Søren Havmand sigur, at Føroya Trol fer at framleiða trol til alla trolvinnuna, og felagið fer eisini at selja allan reiðskap, sum hevur við vinnuna at gera.
- Eg vænti, at vit verða klárir at fara undir framleiðslu um hálvan januar, og sum frá líður vænti eg, at vit verða eini 6-7 fólk í starvi á Føroya Trol.
Søren sigur, at í byrjanini verða tað í fyrsta lagi hann og sonurin, sum fara at leggja lunnar undir virksemið í Vestmanna.
- So skjótt, sum eftirspurningurin veksur, og meira verður at gera á virkinum, verða vit eisini fleiri fólk í starvi, sigur hann.
Søren er spentur upp á virksemið, og við sínum drúgvu royndum á økinum hevur hann góðar vónir um, at tað fer at bera til, hóast aðrir útbjóðarar eisini eru á marknaðinum i Føroyum.
- Eins og hjá øðrum trolvirkjunum í Føroyum, fara vit eisini at innflyta tilfarið, sum trolini verða gjørd burtur úr, sigur hann.
Góður karmur
Søren Havmand vísir á, at hølini, teir hava keypt, eru rúmlig, og tað er ein fyrimunur, tá ið slíkt arbeiði verður gjørt.
- Bygningurin, sum er umleið 1600 fermetrar í stórur í einari hædd, skuldi soleiðis verið ein góður karmur undir nýggja trolvirkinum, sigur trolmaðurin, sum eisini hevur sínar royndir á sjónum.










