Føroya Tele sær stórar møguleikar í Hetlandi

- Vit trúgva, at hetlendski marknaðurin kann útbyggjast. So er tað bara spurningurin, hvussu nógv Føroya Tele skal gera, og hvat aðrar telefyritøkur kundu gjørt við Føroya Tele sum heilsøluveitara av tænastum knýttar at Shefakaðalin sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele

-Hetta er eitt sera áhugavert samstarv fyri okkum. Hetlendingar hava ta avbjóðing, at teir ikki hava tær tænastur, sum vit kenna í Føroyum, og vit í Føroya Tele hava gjøgnum Shefakaðalin longu fingið stórar vinnukundar í Hetlandi. Vit halda hetta kann byggjast meira út, og tað er nakað, sum er áhugavert fyri bæði okkum og hetlendingar at hyggja at.

Sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele eftir, at hetlendski løgmaðuinr, Sandy Cluness saman við øðrum úr hetlendska oyggjaráðnum hava vitjað á Føroya Tele.

Kristian Davidsen vísir á, at Føroya Tele setti fyri nøkrum árum síðani hol av samstarvið við Hetland og oljuvinnuna har, tá eitt nú oljupallar vórðu bundnir í Shefakaðalin. Kaðalin hevur síðani latið fleiri aðrar dyr upp, og tað nýggjasta er samstarv við franska oljufelagið Total, sum byggir ein gassterminal í Hetlandi. Alt byggiplássið og terminalurin skulu sjálvandi hava eitt gott samband við breiðabandi til umheimin, og tað hevur Føroya Tele veitt oljufelagnum. Stjórin í Føroya Tele sigur víðari, at man kann so eisini hugsa sær, at hetta samstarvið verður útbygt í framtíðini, so tað umfatar aðrar kundar eisini.

-Vit trúgva, at hetlendski marknaðurin kann útbyggjast. So er tað bara spurningurin, hvussu nógv Føroya Tele skal gera og hvat aðrar telefyritøkur kundu gjørt við Føroya Tele sum heilsøluveitara av tænastum knýttar til Shefakaðalin.

Hetlendingar nøgdir
Hetlendingar eru sera væl nøgdir við, at Shefakaðalin kemur í land í Hetlandi og vilja hava eitt økt samstarv við Føroya Tele. Teir vilja fegnir hava tænastur í Hetlandi, sum líkjast teimum vit kenna í Føroyum.

So Hetland og økið rundan um Hetland er ein áhugaverdur framtíðar marknaður fyri Føroya Tele.

-Síggja tit eisini møguleikar at víðka tykkara marknað til oljuvirksemið í Norðsjónum?

-Tað gera vit. Vit hyggja alla tíðina eftir møguleikum. Vit hava sum er fingið nakrar boripallar vestan fyri Hetland uppá okkara skipan, men tað tekur langa tíð, frá tí at tú byrjar at tosa við hesi feløgini, til nakað ítøkiligt kemur burtur úr. Men vit trúgva, at tað spakuliga kunnu koma fleiri kundar aftrat.