VÍSINDI
Nú er tað so staðfest. Tað er ein munur millum menn og kvinnur, og hesin er ikki so lítil. Serliga ikki í Føroyum.
Fyri nøkrum árum byrjaðu August G. Wang, granskari, og Petur Andrew Petersen, fyrrverandi prestur og áhugaður í landnámssøgu Føroya, nevniliga eina kanning, ið skuldi staðfesta, hvaðani føroyingar eru ættaðir. Teir báðir hava arbeitt saman við eini granskingarstovu í Århus og føroyska ílegulívfrøðinginum Hans Atla Dahl.
Tey eru komin fram til, at føroyskir menn eru ættaðir úr Norra, og føroyskar kvinnur stava úr Írlandi og Bretlandi.
Tey flestu munnu minnast aftur á søgutímarnar í skulanum, har vit hoyrdu um írskar munkar og norskar víkingar. Men í roynd og veru vita vit føroyingar ikki nógv um søgu okkara fyri ár 1300, tí lítið og einki er av søguligum keldum at halda seg til. T.d. eru enn ongar toftir funnar, sum vísa aftur til nakra búseting av írskum munkum. Harafturat er Føroyingasøga samansett av brotum úr íslendskum sagaum, og er tí ikki er søga í nútíðarmerking, ið skal greiða frá, hvat veruliga er farið fram, men heldur at kalla familjusøgur ella kanska enntá bara reyp. Tí er ikki vist, at hon er fólksins søga, men kanska heldur alibi hjá ávísum fyri jørð og øðrum søguligum rættindum, greiðir August Wang frá.
DNA
Í dag eru møguleikarnir tó fleiri at uppklára søguligar gátur enn fyri bara heilt fáum árum síðani. Hetta verður gjørt við at kanna ílegurnar ella genini hjá fólki. Tí eins og tað ber til at avdúka brotsgerðir við at kanna DNA, ber eisini til at kanna ættarbond o.a.
- Teoretiskt gert tú tað sama, sum tá tú kannar, um toskurin er tann sami undir Føroyum og undir Íslandi, sigur August G. Wang, sum saman við hinum varð liðugur við at kanna fyrra part av kanningini fyri umleið tveimum árum síðani. Hon snúði seg um upprunan hjá føroysku monnunum.
Nú er so seinni partur av kannningini komin undir land, ið snýr seg um føroysku kvinnurnar, og eru hesi úrslit nú at finna í kenda tíðarritinum European Journal on Human Genetics, ið kann lesast á alnetinum. Her sæst m.a. munurin millum mannfólk og konufólk í landnámstíðini í Føroyum, tí ílegurnar vísa, at kynini bæði eru ættað úr hvør sínum heraðshorni.
Meðan størsti parturin av monnunum genetiskt líkist norðmonnum og svium - tvs. fleiri enn 80% - so sæst, at millum konufólkið er eitt heilt annað mynstur. Her eru bert eini 13% av skandinaviskum uppruna. Hetta merkir sambært August G. Wang, at kvinnurnar í Føroyum í landnámstíðini hinvegin vóru av keltiskum uppruna.
Sostatt er staðfest, at bróðurparturin av føroyskum mannfólkum er skyldur við mannfólk í Íslandi, Noregi og Svøríki. Tøkniliga kann tað tó tykjast eitt sindur løgið, at DNA hjá føroyskum monnum og svium skal líkjast so nógv, men hetta kemur helst av, at tað genetiskt eingin munur er á norðmonnum og svium. Hinvegin er greitt, at ílegurnar hjá føroyskum og donskum monnum als ikki líkjast, og tí er neyvan sannlíkt, at føroysk mannfólk genetiskt hava so nógv við danir at gera.
Tann seinasti fjórðingurin av føroysku monnunum hevur keltiskt blóð í sær, og sostatt er homogeniteturin millum menninar ikki serliga stórur. Hvussu hesir menninir eru komnir til Føroya, er torført at meta um, men eitt ástøði kann vera, at teir eru komnir til Føroya sum trælir ella saman við kvinnunum úr Írlandi og Skotlandi.
Søgan er ikki, hvat hon hevur verið
August G. Wang sigur, at hesi úrslit bera nakað nýtt inn í føroysku søguna, nevniliga, at ikki bert hevur samband verið millum Føroyar og bretsku oyggjarnar, men mest sum øll konufólkini komu haðani. Um hetta ástøðið heldur, eru teir ungu norsku menninir fyrst komnir til bretsku oyggjarnar, og so eru konufólk komin við teimum. Antin av huga, ella sum trælir. Hetta ger, at ein kann umhugsa søguna av nýggjum. Eitt nú, hvussu kristindómurin er komin, tí fólkið á bretsku oyggjunum var kristið. Hóast flestu mannfólk kanska hava haft gamla, norrøna trúgv, so hava kvinnurnar alt upp børnini, og kanska lært tey ymiskt frá tí kristnu trúnni. Eisini kann hetta kanska kasta ljós yvir kristnar ímyndir og líknandi.
Hildið verður, at meðan menn ofta bóru ta formellu mentanina víðari, sum t.d. trúgv, húsasmíð o.s.fr., bóru kvinnurnar ta dagligu mentanina víðari, sum t.d. orð í talumálinum, barnatrúgv og ymiskar lutir til nýtslu og prýðis.
Fyrr var annars hildið, at menn fluttu seg nógv meira enn kvinnur, av tí at tað sum oftast vóru menn, ið sigldu langar leiðir burt í onnur lond. Men fatanin er nú broytt, av tí at tað helst ofta vóru kvinnurnar, ið fluttu við monnunum og búsettu seg, har menninir vóru ættaðir. Fyrr var sjógvur nevniliga heldur mettur sum farleið enn sum forðing, og tí er ikki óhugsandi, at farið varð eitt nú til Írlands og Skotlands at finna sær konur.
- Málið er eitt annað øki. Kann vera, at øki og arbeiði, sum varð roknað sum kvinnuarbeiði, hevur goymt fleiri orð frá tí keltiska ella geliska málinum. Hetta kann eisini hava verið so innan onnur øki, so sum prýði, klæði, bindingarhátt, o.s.fr. Høvuðsmálið, ognarviðurskifti og lógarreglur hava kanska heldur fylgt mannfólkinum og norskari siðvenju, sigur August G. Wang.