Føroya Pedagogfelag: Vísið størri etiska ábyrgd og varsemi

Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag eftir fund við 60 leiðarum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag.

Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag eftir fund við 60 leiðarum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag.

Føroya Pedagogfelag vil vegna limir sínar, ið eru leiðarar, átala handfaringina av nøkrum av starvsfólkamálunum, sum hava verið frammi alment í seinastuni.

Vit vilja við hesi yvirlýsing átala almennu handfaringina av starvsfólkamálum, og heita á arbeiðsgevarar um at hugsa seg um, áðrenn tey umrøða teirra starvsfólk í almennu miðlunum – eisini havandi fyrisitingarlógina í huga.

Vit heita eisini á fjølmiðlarnar um at vísa størri etiska ábyrgd og varsemi, m.a. við at hugsa um persónin handan málið.

Arbeiðsgevarar vita, at flestu stovnar hava somu avbjóðingar at dragast við, bæði í mun til vantandi starvsfólk til at manna stovnin í gerandisdegnum - umframt at fleiri eisini hava fíggjarligar avbjóðingar.

Føroya Pedagogfelag vil tí eisini heita á arbeiðsgevaran um at vísa leiðarunum álit og veita fíggjarligt og fakligt rúm soleiðis, at tað ber til hjá leiðarunum at virka á ein fullgóðan námsfrøðiligan hátt.