Føroya Pedagogfelag / Jógvan Philbrow, Næstformaður
----
Niðanfyri er roknistykki sett upp, ið vísir hvørja ávirkan ein lønarhækkan á kr 220 um mánaðin hevur á ein lim í Føroya Pedagogfelag, tá fastar og skiftandi útreiðslur hækka við prístalinum. Tølini vísa greitt, at ein lønarhækkan á kr 220 um mánaðin er ein ógvuslig reallønarlækking
Lønarlagið lágt hjá limum í Føroya Pedagogfelag
Lønarlagið hjá limum í Føroya Pedagogfelag er lágt, sammet við aðrar starvsbólkar í Føroyum. Eitt hjálparfólk vinnur í miðal umleið kr 20.000 um mánaðin meðan ein pedagogur vinnur í miðal kr 25.000 um mánaðin. Av tí at hesi bæði fólkini í stóran mun eru noydd at arbeiða niðursetta tíð, liggur lønin tó millum kr 15.000 og kr 19.000 mánaðarliga. Í roknistykkinum niðanfyri er mánaðarlønin kr 20.000 nýtt.
Boðin lønarhækkan frá FMR svarar til kr 57,51 um mánaðin
Tað stóð, sum kunnugt, Føroya Pedagogfelag í boði, at fáa eina lønarhækkan á kr 220 um mánaðin, fyri lønir upp til kr 30.000 um mánaðin. Sum talvan niðanfyri vísir, svarar hetta eftir skatt og hækkað gjøld til eina lønarhækkan á einans kr 57,51 um mánaðin.
Talan er um eina ógvusliga reallønarlækking
Ikki bert ALS gjaldið og gjaldið fyri heilsutrygd er hækkað. Prístalshækkingin á 2,3% ávirkar eisini meiniga føroyingin meint. Í døminum er ein vanligur persónur viðgjørdur, ið hevur útreiðslur eins og øll vanlig fólk. Hesin persónur hevur millum annað tørv á ansing, hevur útreiðslur til SEV, olju, telefon og kringvarpið. Herumframt er tørvur á tryggingum av ymiskum slag. Vegskattur skal eisini gjaldast. Hesar útreiðslur verða samlað kallaðar fyri fastar útreiðslur í døminum. Fyri at lætta um fíggjarliga trýstið hjá persóninum í døminum, er hædd tikin fyri, at persónurin er giftur og einans rindar sín lutfalsliga part av útreiðslunum. Lutfalsliga parturin av føstu útreiðslunum føra við sær, at persónurin hevur kr 39,64 minni eftir um mánaðin. Lønarhækkingin á kr 220 um mánaðin megnar soleiðis ikki at viga uppímóti hækkandi prísstiginum í landinum. Enn eru kortini bert fastar útreiðslur tiknar við.
Útreiðslur til mat og klæði ávirka eisini nógv
Fyri at liva er ikki nóg mikið at rinda tryggingar, SEV, olju og aðrar fastar útreiðslur. Matur, klæði og ítriv er eisini ein kostnaður, ið allar familjur í Føroyum rinda fyri. Verða hesar útreiðslur tiknar við, førir prístalshækkingin við sær, at tað gerst kr 112,63 kostnarmiklari at liva um mánaðin.
Lønarhækkingin á kr 220 munar einki
Samanumtikið sæst, at ein vanligur føroyingur, ið fær kr 220 í lønarhækking um mánaðin als ikki megnar at fylgja við hækkandi livikostnaðinum. Prísvøksturin førir við sær, at hesin persónurin, hóast tær eyka kr 220 um mánaðin, áðrenn skatt, hevur góðar kr 150 minni um mánaðin at liva fyri.
Týdningarmikið er at leggja afturat, at persónurin í døminum hevur maka at deila kostnaðin við. Var hetta ikki støðan, var enn minni at liva fyri um mánaðin, og tær kr 220 rukku enn stytri.