Føroya Arbeiðarafelag hjálpir neyðstøddum í Gaza

Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt av at lata 10.000 kr í menningarhjálp til tey neyðstøddu í Gasa umvegis ITF, altjóða felagsskapin fyri flutningsarbeiðara ITF hevur skrivstovu í Jordan og samstarvar við felagsskapin Reyða Hálvmána um at fáa neyðhjálp til Gasa. Hjálpin, sum ITF veitir er í høvuðsheitum til heilivág, mat og læknaútgerð, skrivar Samtak á heimasíðu sínari.

Í vikuskiftinum sendi ITF eitt flogfar til økið (sí myndina). Í flogfarinum var í høvuðsheitum salva mótvegis brunasárum, heilivágur, útgerð til skurðviðgerðir og mjólk til nýføðingar. Støðan í Gaza er framvegis hættislig, og tað eru nógv, ið mugu fáa viðgerð, tí er alneyðugt, at hjálp fæst til Gasa.

Reyði Krossur í Føroyum hevur eisini latið 75.000 kr í neyðhjálp til sivilfólkið í Gasa. Reyði Krossur er sera virkin í sínum hjálpiarbeiði í Gasa og øðrum økjum, ið eru rakt av kríggj og fátækradømi sum heild.