Fýra oyru meira fyri kilowatt-tíman

Tá SEV hevur aðalfund tann 20. november, verður streymprísurin ætlandi hækkaður. Hetta so felagið er ført fyri at gear neyðugu íløgurnar í varandi orkukeldur. Páll á Reynatúgvu, stýrisformaður, sigur við Sosialin í dag, at skulu Føroyar liva upp til málið, vit hava sett okkum, at 75% av elnýtsluni á landi skal koma frá varandi orkukeldum í ár 2020, krevur hetta stórar íløgur og stórar útbyggingar, bæði innan vatn, vind, alduorku og vónandi eisini sjóvarfallsorku.

- Tað er kostnaðarmikið at byggja út við varandi orkukeldum, og vit vita eisini, at oljuprísirnir fara at hækka aftur, tó at vit ikki vita nær. Allur heimurin veit, at elprísirnir fara ikki at lækka, men hækka, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann væntar, at íløgurnar, sum elfelagið noyðist at gera fram til ár 2020, um vit skulu røkka málinum um 75% í varandi orkuframleiðslu, sum eru sett út í kortið, verða umleið 1,2 miljardir krónur.

- Vit hava tí ynski um, at elprísurin kann hækka við 4 oyrum fyri hvønn kilowattíma um árið, so møguleikar verða at røkka hesum máli, sigur SEV-stýrisformaðurin.