Fýra fyrrverandi bosniaserbiskir hermenn eru í dag ákærdir fyri fólkamorð í sambandi við tilburðin, tá fleiri túsund muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í bosniska býnum Srebrenica í 1995. Tríggir av monnunum eru bosniskir serbar, men at tann fjórði er úr Slovenia.
Bosnisku serbarnir tóku Srebrenica tann 11. juli í 1995, og teir næstu dagarnar myrdu teir umleið 8.000 muslimskar menn og dreingir. Hópdrápið er tað ringasta í Evropa síðani seinna heimsbardaga.
Fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin Radovan Karadzic, sum er í varðhaldi hjá krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia, er millum annað ákærdur fyri hópdrápið í Srebrenica.