Fýra handtikin í Danmark í samband við yvirgang

PET og løgreglan í Keypmannahavn ganga við bumbuhundum í einum íbúðarblokki í Ishøj.

Eitt stórt politiátak er í gongd í Ishøj í morgun. PET og løgreglan í Keypmannahavn hava bumbuhundar við sær til ein íbúðarblokk í Ishøj og eina íbúð í Tingbjerg.

 

Fyri løtu síðani boðaðu danskir miðlar frá, at fýra mans eru handtiknir, undir illgruna fyri at hava latið seg lokka í tænastu hjá IS, meðan teir hava verið í Sýria.

 

Væntandi verður meiri at frætta seinni, men fyribils vil danska løgreglan ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.