----
Nú ein tosar so nógv um, at tað má gerast lættari hjá ES – borgarum at sleppa til Føroya at arbeiða, so hoyri eg í útvarpinum, at søkt verður eftir elektrikarum. Og tað sjálvt um vit hava so nógvar elektrikarar, at teir noyðast til onnur lond at arbeiða. Ella er tað kanska so, at lønirnar eru ov lágar?
Nakað eitur útboð og eftirspurningur. Hava okkara handilsmenn og arbeiðsgevarar gloymt, at hetta fyribrigdið má takast í størsta álvara? Tað gevur onga meining, at vit skulu senda okkara bestu handverkarar av landinum, fyri at innflyta fólk frá øðrum londum. Ferðavinnan kann fáa pengar burturúr, men aðrar vinnur mugu seta pening til, tí tað kostar bæði tíð og ferðaútreiðslur. Bert ein logisk grundgeving er møgulig: At lønirnar skulu fáast niður. Tað munnu vera tey fækstu, sum ynskja at vera burtur frá familjuni, so antin er ov lítið arbeiði í landinum, ella so eru lønirnar ov lágar.
Jú, vit eiga at fáa tey heimaftur, sum eru farin av landinum av neyð, eisini tær einsamallu mammurnar sum ikki fáa tað at bera til her heima, tí myndugleikirnir lata páparnar sleppa ov lætt. Bæði ung og gomul mugu taka ábyrgd av egnum gerningum.
Tó kunnu vit vera uttan tey, sum hava hægri útbúgving enn teirra intellekt tolir, ella moralurin tolir. Tað hevur kostað okkum meira enn gott er. Men tey, sum byggja land, eiga at verða væl móttikin, og ikki bert elektrikarar.