Tá tann víðagitna grein 266b lógin varð samtykt á tingi, var tað bara Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, sum tók undir við málinum. Men nú fær hann stuðul frá forkvinnuni í Fólkafloksungdómi, Bjørk Olsen
Vágaportalurin skrivar, at á Kjak.fo fær Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, greitt svar á spurningin um skrásett parlag, sum hann hevur sóknast eftir á onkrum landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Á landsfundi herfyri vildi landstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum hava greiða útmelding frá flokkinum um hendan spurning, annars umhugsaði hann sína støðu.
Vágaportalurin vísir til kjakið á www.kjak.fo, har forkvinnan í Fólkafloksungdómi, Bjørk Olsen sigur sína hugsan um, hvat hon heldur er týðandi á komandi løgtingsvalinum 2008.
Bjørk Olsen nevnir ma.:
- allir miðnámsskúlanæmingar studning, óansað aldur
- skattafría útleigan til privatpersónar
- miðnámsskúladepil (í Havn og heilt skjótt, so næmingarnir í Hoydølum sleppa undan at ganga og njósa allan dagin, tí tey ikki tola svampin)
- loyvt, skrásett parlag
- javnstøða millum menn og kvinnur í politikki
Lesið greinina um Bjørk á Vágaportalinum her!<a>










