Politikkur
Tað var fólkaflokkurin sjálvur, sum vildi hava Jógvan við Keldu frá.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins á tingi.
Hann sigur, at fólkaflokkurin hevur í eina tíð tosað um at gera broytingar.
Vit vilja hava eina nýggja byrjan. Vit halda at tað fer at geva flokkinum meiri at gera broytingar. At broyta eina stjórn er als ikki ókent í okkara grannalondum og í hesum føri hildu vit at tað var rætt at gera tað hjá okkum eisini.
Hann sigur, at hjá fólkaflokkinum var støðan rættiliga einføld, tí talan var rætt og slætt um at gera broytingar, sum kundi styrkja flokkin.
Og Jørgen Niclasen heldur, at skuldi fólkaflokkurin gera broytingar, skuldi tað vera nú
Jógvan við Keldu hevur fingið tvey ár í landsstýrinum. Skulu vit hava nýggjan landsstýrismann, er tað eisini neyðugt, at hann fær stundir til at gera vart við seg og at seta síni fingramerki á førda politikkin.
Sostatt kemur Jógvan við Keldu aftur á Løgting, har hann verður partur í tingmanningini hjá fólkaflokkinum.
Hann er ein sterkur tingmaður, so tað verður ein fyrimunur at fáa hann aftur í tingsessin, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at tað er serliga í útjaðarapolitikki, at Jógvan Við Keldu verður eitt íkast til tingmanningina hjá flokkinum, men hann hevur eisini verið sterkur og avhildin í norðurlendskum málum
So vil bara tíðin vísa, um vit gjørdu rætt, leggur hann afturat.
Framskundaði avgerðina
Sjálvt um tosað hevur verið um at gera broytingar í eina tíð, hendi skiftið nokk so knappliga.
Jógvan við Keldu var ikki samdur í, at tað var neyðugt at gera broytingar og málið ar ikki avgreitt, tá ið tað brádliga tók eina nýggja vend hósdagin.
Og tað er ikki ósannlíkt, at Jógvan við Keldu varð við til at grava sína egnu grøv, tá ið hann kunngjørdi hóskvøldið í Norðlýsinum, á Portalinum og í Útvarpinum, at hann skuldi koyrast frá, men at hann fór ongan veg sjálvboðin.
Tá var málið ikki liðugt viðgjørt, men við hesum hevur hann í veruleikanum sagt seg sjálvan upp og tað var við til at framskunda avgerðina um at gera broytingar. Vit boðaðu løgmanni frá støðuni hjá flokkinum og eftir tí loysti løgmaður Jógvan við Keldu úr starvi.
Samstundis heldur Jørgen Niclasen, at Jacob Vestergaard er ein vælskikkaður avloysari. Hann er løreglumaður og kennir sostatt til útlendingamálini. Hann hevur eisini verið borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum og kennir sostatt eisini til kommunumál.
Tørfør málsøki
Jørgen Niclasen sigur, at tað skerst ikki burtur, at Jógvan við Keldu hevur havt torfør málsøki at umsita, eitt nú útlendingapolitikkin.
Í hesum sambandi er ymiskt hent og sagt, sum hevur verið óheppið.
Formaður fólkafloksins á tingi vil kortini ikki nevna einstakar hendingar.
Samstundis hevur Jógvan við Keldu gjørt greitt, at hann stillar ikki uppaftur og vit hildu tað eisini vera rætt at hava ein landsstýrismann, sum kundi stilla uppaftur á einum komandi vali.
Jógvan við Keldu hevur fýlst á í útvarpinum og sjónvarpinum, at samgongan hevði torført við at taka avgerðir. Hann nevndi kommunusamanlegging og Farmaleiðir sum tvey dømi, har samgongan bara tosaði ístaðin fyri at taka avgerðir.
Jørgen Niclasen er als ikki samdur.
Viðvíkjandi kommunusamanlegging er tað semja í samgonugi um, at kommunur skulu ikki tvingast at leggja saman. Viðvíkjandi Farmaleiðum er semja um, hvussu tær skulu einskiljast, so tað hevur landsstýrismaðurin havt í egnum hondum.
At vit so ikki halda, at semjan er tann besta, er annað mál, men hetta var so tað, ið semja kundi fáast um og tað var tað, vit høvdu at halda okkum til, sigur Jørgen Niclasen.