Fólkaflokkurin tekur fegin við borgarstjórasessinum

Nú valevni eru farin í sjálvsving um borgarstjórasessin í Tórshavnar kommunu, skal eg gera vart við, at Fólkaflokkurin fegin tekur við borgarstjórasessinum í komandi valskeiði. Týdningarmest er tó, at valevni vilja annað og meira enn at gerast borgarstjóri

 

 

Sitandi borgarstjóri vil fegin halda fram í sessinum, og nú hevur fyrrverandi løgmaður bjóðað honum av. Tað ber illa til at sita kúrrur og hyggja at, meðan hesir báðir bjóða seg fram til borgarstjóra, so sjálvandi eigi eg at siga, at Fólkaflokkurin fegin tekur við borgarstjórasessinum í høvuðsstaðnum í komandi valskeiði.

 

Annars haldi eg, at valstríðið eigur ikki at verða miðsavnað um, hvør fegin vil verða borgarstjóri. Tað er týdningarmikið, at valevni hava annað og meira upp á hjarta enn at sleppa at seta sjálvan í borgarstjórasessin.

 

Vit skulu fyrst og fremst framhaldandi menna høvuðsstaðin, so trygd og trivnaður áhaldandi verða í hásæti. Tað gongur væl í okkara stórbæra og livandi høvuðsstaði, men vit skulu fara varliga fram, so vit varðveita góðu gongdina.

 

Ein skynsamari fíggarstýring krevst í Tórshavnar kommunu, og eg skal enn eina ferð ásanna, at fleiri mál í farandi valskeiði hava verið fíggjarliga ov illa handfarin. Ein orsøk kann vera, at vit hava viljað nógv í senn á trivnaðarkósini, og alt gott um tað, tí tað er okkara aðalmál.

 

Eitt høvuðsmál komandi fýra árini eigur at vera, at vit eftirkanna fíggjarstýringina í kommununi, soleiðis at vit fáa meira fyri minni, og at kommunan í størri mun kann leggja pengar til viks til eitt nú verri tíðir. Tað er ábyrgdarfullur hugburður, sum samstundis er í tráð við aðalmálið um áhaldandi at veita borgarunum í høvuðsstaðnum trygd og trivnað.

 

Tá av trornar skal ein neyvari fíggjarstýring hava við sær skattalætta – møguliga eini 2-4 prosent – sum munar væl í pengapunginum hjá tí einstaka.

 

Fólkaflokkurin tekur fegin við leiðsluni í Tórshavnar kommunu komandi fýra árini við tí endamáli at lata góðu gongdina halda fram í tryggum kørmum.

 

 

Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin