Fólkaflokkurin kostar atkvøður

Fyrstu ferð Javn­að­ar­flokk­ur­in fór í samstar við Fólk­a­flokk­in var eftir valið í 1974. Tá hevði Javn­að­ar­flok­kur­in 25,8% av atkvøðurnum. Eftir hetta valskeiðið misti flokk­urin 3,5%, men helt fram við sam­starv­i­num við Fólk­a­flokk­in, sum slitnaði í 1980. Tá misti Javn­að­ar­flokkurin enn 0,6%.

Tað tók 10 ár, til flokkurin aft­ur valdi at samstarva við Fólka­flokkin eftir valið í 1990 (myndin er Sosialurin dagin eftir valið). Tá hevði Javn­að­ar­flokk­ur­in 27,5%. Men eftir hetta val­skeið­ið mist flokk­ur­in 12,2%. Sam­starvið slitnaði í 1993. Aftur góð 10 ár seinni, í jan­­uar í 2004 finna flokkarnir sam­­an aftur. Hesaferð hevði Javn­að­ar­flokk­ur­in 21,8%.
Men eft­ir val­ið tódn­aði hann nið­ur á 19,3%. Hann fór aftur í sam­gongu við Fólk­a­flokkin í 2008. Eft­ir hetta val­skeið­ið tódn­­aði Javn­að­ar­flokk­ur­in nið­­ur á 17,7% har flokk­ur­in er nú.
Hvussu ber tað til, at Javn­að­ar­flokk­ur­in al­tíð missir at­kvøð­ur eft­ir sam­starv við Fólk­a­flokk­in?