Samanlegging
Tá ið tvørafólk týsdagin fara á val, skulu tey ikki bara velja nýtt býráð.
Tey sleppa eisini at atkvøða um, antin tey vilja hava, at allar kommunurnar í Suðuroy skulu leggja saman í eina kommunu.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Hann sigur, at Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at á býráðsvalinum týsdagin, skulu tvørafólk eisini sleppa at siga sína hugsan um kommunusamanlegging í Suðuroy.
Spurningurin, sum tvørafólk skulu svara til, er heilt einfaldur. Hann ljóðar soleiðis: Skal Suðuroyggin verða ein kommuna. Og so skal krosssur antin setast við "ja" ella við "nei".
Tað ber væl til at hava eina atkvøðugreiðslu um kommunusamanlegging, samstundis sum býráðsvalið er, tí tá eru fólk á vali kortini.
Einasta treyt er, at greiður skilnaður er ímillum valini. Sostatt skulu tveir atkvøðukassar vera, eins og atkvøðuseðlarnir skulu hava hvør sín lit.
Tað er Sumbiar Bygdaráð, sum hevur mælt øllum kommunum í Suðuroy til at hava fólkaatkvøðugreiðslu sum kommunusamanlegging, samstundis sum kommunuvalið er, fyri at fáa greitt at vita, hvørja støðu, suðuroyingar hava til samanlegging.
Men enn er tað bara Tvøroyrar Býráð, sum hevur boðað frá, at tað tekur undir við hesum.