Fólk rýmdu frá setanini

Drúgvasta oyggjaleikasetanin nakran tíð gjørdist veruleiki sunnudagin. Flott var tað, men drúgva løtan fekk allar flestu fólkini at rýma, áðrenn leikirnir at enda vórðu settir

Til tíðir tóktist talan mest sum vera um eina farsu, tá oyggjaleikirnir skuldu setast. Hálvur tími gekk, áðrenn nakað var at síggja til øll ítróttaliðini, sum tiltakið snúi seg um. Og tá hesi komu inn, var raðfylgjan als ikki tann sama, sum frásøgufólkini greiddu frá. Tað enska málið hjá hesum var heldur ikki av tí besta, inntil nýtt frásøgufólk tók yvir, soleiðis at orðini gjørdust meira skilligt.

Hæddarpunktið av setanini skuldi verða ein framførsla um skapanarsøguna, soleiðis sum hon er í griksku mytologi’ini. Nakað sum eisini var sera hóskandi, nú tiltakið fór fram á einum av griksku mentanargripunum. Nevnliga Acropolis, har undirvísing og mentan annars hevði sína háborg í forna Grikkalandi.

Men talan gjørdist tó ikki um nakað væl eydnað hæddarpunkt. Hóast talan var um eina fantastiska framførslu, so var hetta ikki júst tað, sum hóskaði seg til slíka setan. Bæði tí talan gjørdist um meira enn hálvan annan tíma langa framførslu. Og tí hendan allan vegin ígjøgnum gekk fyri seg við forngrikskum máli, ið tað neyvan vóru nógv, sum skiltu tað allar minsta av. Ikki annað enn eitt róp um “Janos”, sum síðani hevur verið nýtt slangorð millum ítróttafólkini.

Tí var klokkan heilt nær 23, tá fyrstu røðurnar skuldu haldast. Hesar vóru eisini av tí drúgvara slagnum, og tey, sum ikki longu vóru farin av staðnum, spákaðu sær tá til hús. Talan var jú eisini fyri tað nógva um ítróttafólk, sum longu næsta morgun skuldu í kapping, og tá mundi tað vera betri at sova, heldur enn at sita á miðjari nátt at hyggja at sjónleiki.