Fólk á gøtuni um Hvítubók og framtíðina

?

Johannes Skårup, Tórshavn


»Eg havi roynt at fylgt við í orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya, men eg haldi, at nógv sum verður sagt í tinginum er óbrúkiligt. Vit hava royndir við politikarum, og vit vita jú, at teir eru sum ketta um heitan greyt. Neyvan verður nakað nýtt at frætta frá teimum.


Eg ivist ikki í, at føroyingar eru mentir at klára seg sjálvar, men eitt krav er, at aðrir politkarar sleppa framat. Hóast føroyingar megna fullveldi, vóni eg kortini ikki, sum dani, at tað verður tikið.


Lat meg skoyta uppí, at einasti politikari, eg havi veruliga virðing fyri, tíverri ikki er millum okkara longur. Hann var tjóðveldismaður, og æt Petur Reinert. Eg valdi hann hvørjaferð, tí hann var ein maður, sum helt orð. Og segði hann okkurt skeivt, ræddist hann ikki fyri at viðganga tað«


Jón Bjørn Nýggjagarð, Hvannasund:


»Eg havi hvørki lisið í Hvítubók ella fylgt serliga væl við í orðaskiftinum í tinginum. Eg haldi meg kortini vita, at tað snýr seg um loysing og alt hattar har, og eg vænti, at tað verður verri at búgva í Føroyum, um vit loysa.


Um vit fáa loysing, veit eg ikki. Tað fer tíðin at vísa. Mín støða er kortini, at vit fara ikki at klára okkum, um vit loysa. Hvaðani skulu vit fáa pengarnar?


Sjálvandi hevði tað ikki verið so galið, um vit kundu loyst, men vit klára tað ikki uttan Danmørk. Jú, kanska um vit finna olju


Men sum nú er, átti livistøðið kanska at verði eitt sindur betur. Fólk skuldu havt meira pengar um hendi, haldi eg. Men aftur til áttiárini eiga vit á ongum sinni at fara. Hvussu vit sleppa undan slíkur skrædli aftur, veit eg ikki«



Mathilda Müller, Porkeri


»Alt ov lítið er upplýst um fullveldisætlanina. Vit áttu at fingið meira at vita um framtíðina.


Eg havi lurtað eftir politikarunum, og mín niðurstøða er, at teir áttu at tosa saman, heldur enn rópt í høvdið á hvørjum øðrum. Sum nú er, líkist orðaskiftið mest valstríði.


Eg vænti, at vit fara at loysa, men tað passar mær slett yvir høvur ikki væl. Vit eru ikki búgvin til loysing, tí spurningurin um, hvør skal gjalda, ikki í nóg stóran mun er svaraður. Eitt dømi er sjúkrahúsverkið. Sum nú er, ber ikki til at rinda fólki løn, tí pengarnir skulu brúkast til okkurt annað. Tá vit hava funnið út av m.ø. hesum, kunnu vit fara víðari.


Sjálvandi eitur loysnin, loysing, men vit eiga at vera fyrireikað til, at alt skal gjaldast úr einum kassa.


Ein onnur fyritreyt er, at vit skifta nissurnar á tingi út«



Hartmann Joensen, Tórshavn


»Eg havi sitið undir so at siga hvørjum orði, nú Hvítabók hevur verið til viðgerðar, og eg haldi at støðið á orðaskiftinum ikki stendur í samsvari við tær semjur, ið politikararnir leggja upp til. Gjógvin tykist vera somikið breið, at neyðugt verður hjá onkrum flokki at fara yvir um mark, skal nakað spyrjast burtur úr arbeiðinum. Javnaðarflokkurin tykist vera fastlæstur, men Fólkaflokkurin fer kanska at flyta seg. Tjóðveldisflokkurin kann ikki flyta seg longur; tað kann hann ikki gera móti sínum veljarum.


Eg vænti, at neyðloysnin verður, at alt verður koppað á. Vit velja loysing, men fáa hana ikki fyrr enn skiftistíðin er farin. Tí fer Javnaðarflokkurin óivað at taka undir við.


Sjálvur havi eg eina fasta støðu í málinum. Tað er vanligt, at fólk vilja klára seg sjálvi. Hyggja vit kring okkum, vilja øll frælsi. Sjálvandi megna vit eisini tað. Tí havi eg á ongum sinni ivast í«


Hjalti Thomsen, Sumba


Orðadrátturin á Tingi fyrradagin bendi ikki á stórar broytingar í flokkunum. Tað tykist, sum tað er hin sami orðavavsturin upp í saman. Eg haldi tað kortini vera áhugavert, at Sambandsflokkurin sleppir sínum taki á øllum tí gamla. Hetta prógvar, at tað ikki slepst undan broytingum.


Eg bæði vænti og vóni, at vit loysa, og eg bakki loysingarfólkini upp av fullum huga. Vit eru øll fødd til frælsi, og tí átti ongin iva at verið um slíkan spurning millum fólk.


Petur F., Tórshavn


Nógv annað áhugavert er at lurta eftir í útvarpinum, so eg havi ikki fylgt stórvegis við orðaskiftinum. Løgmann havi eg kortini hoyrt tala, og eg helt, at hann hevði hug at bakka.


Framtíð føroyinga verður væntandi framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmørk. Okkurt verður broytt; vit noyðast jú at fylgja við tíðini, men vónandi verða vit verandi saman við Danmørk.


Johannes Mikkelsen (Linn), Tórshavn


Eg eri púra samdur við Petur F. Eg tími ikki at lurta eftir teimum á tingi. Nógv av tí teir siga, er tað bera slutur og vrøvl. Eg broyti onga støðu kortini. Vit vita hvussu gott vit hava tað í dag og vilja ikki fara aftur til tað gamla. Broyta vit nakað, so fer alt bara niðureftir. Hon sjálv á Neystabø segði, at hon vildi byggja fleiri hospitalir í framtíðini; men eg veit ikki hvussu hon skal klára tað, tá hon ikki veit, hvussu sambandið verður til Danmørkina.


Hans Birgi Hansen, Tórshavn


Eg havi verið í tinginum og lýtt á, og eg vænti, at vit undir øllum umstøðum noyðast at klára okkum sjálvi, taka ábyrgd og kenna skyldir okkara. Hetta hava fólk jú droymt um: At ráða sær sjálvum. Nú er møguleikin her, og nú munnu fólk taka støðu. Sjálvur vil eg vera sjálvstøðugur, statsrættarliga og vinnuliga.