Leygardagin er 1. oktober, og tað merkir, at tá skal løgtingsfíggjarlógaruppskotið fyri 2017 vera borið í tingið.
Heltst fer Fíggjarmálaráðið at bjóða til tíðindafundar mitt í næstu viku at greiða frá uppskotinum.
Løgmaður hevur sagt, at almennu útreiðslurnar ikki skulu vaksa við meira enn 1,8 prosentum, og tí verður spennandi at síggja, hvussu landsstýrið fer at leggja ta avbjóðingina til rættis.
Danska fíggjarliga váðaráðið kom í vikuni við ávaring um, at føroyski búskapurin er ov heitur – ein ávaring, sum bæði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, siga, at vit skulu taka í álvara.
Løgtingið hevur sett mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í aðru viku av til fíggjarlógarviðgerð.










