Klaksvík: Norðoya Bjargingarfelag hevur ætlanir um at keypa ein bjargingarbát, sum skal hava heimstað í Klaksvík, og sum kann koma sjómonnum og økinum til hjálpar.
Tí hevur bjargingarfelagið biðið Klaksvíkar kommunu um stuðul til keypið av bátinum. Roknað verður við, at báturin fer at kosta 1 millión krónur, tá ið hann er siglingarklárur, og Norðoya Bjargingarfelag biður um 40 prosent í stuðli.
Eingin játtan er tøk á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar býráð, men undirtøka er fyri at lata stuðulin, og umsitingin mælir til flyting millum konto fyri at finna pengar at lata í stuðli í ár.
Fíggjarnevndin, Havnanevndin og Tekniska nevnd hava øll havt málið til viðgerðar, og tey mæla øll til at lata stuðulin. Málið skuldi verða fyri á býráðsfundi í Klaksvík týskvøldið.