Tey, sum skulu fíggja Eysturoyartunnilin, krevja at fáa pant í sjálvum tunnilsmunnanum, so hann kann steingjast, verður lánið ikki goldið
Í hesum sambandi hevur felagið, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin, søkt Tórshavnar kommuna at fáa eitt stykki á Hvítanesi í sambandi við tunnilin.
Í hesum sambandi hevur felagið søkt um at fáa 4.357 fermetrar burtur av einum stykki, sum annars er 18.000 fermetrar.
Stykkið, tunnilsfelagið vil hava, er stykkið, har sjálvur tunnilsmunnin er og nu vil felagið hava Tórshavnar Kommunu at frámatrikkulera stykkið.
Og tey leggja dent á, at viðgerðin hevur stóran skund tí at tey, sum skulu fíggja undirsjóvartunnilin, krevja at fáa pant í sjálvum munnanum.
Tað er tí at klárar felagið ikki at rinda lánini aftur, kann tunnilin steingjast, men Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, segði við KvF nú ein dagin, at hetta var púra vanlig mannagongd, so tað lá onki serligt í hesum.
Úrslitið av viðgerðini var, at meirilutin í Tórshavnar Býráð, samtykti at frámatrikkulerað økið.
Hinvegin mælti minnilutin frá at samtykkja hetta og Tróndur Sigurðsson mælti til at bíða við málinum og at finna eina heildarloysn fyri vegaføring, grótið, og øðrum, men tað varð felt.
Men tað er samstundis eisini greitt, at síðsta orðið í hesum er ikki samgt enn tí í Tórshavnar Býráði halda tey avgjørt, at hetta er nakað serligt. Tey eru nevniliga stak ónøgd við framferðina hjá tunnilsfelagnum og tað hava vit meiri um her á www.info seinni í dag.