Eitt herviligt telduvirus, sum er í umfari á internetinum, kann hava við sær serstakliga óhepnar støður fyri føroyskar fyritøkur og virki.
Um virusið, sum gongur undir navninum W32/Magistr@MM, kemur í telduna, tekur tað skjøl, sum liggja á telduni, og sendir tað út til fólk, sum standa í adressubókini í postforitinum.
Hetta ger, at upplýsingar verða sendar fólki, sum einki hava við tær at gera, og er talan um fyritøkur og virki, kunnu eymar upplýsingar skjótt leka út.
Sendir loynilig skjøl út
Sosialurin hevur fingið eitt teldubræv, sum er sent frá einum føroyskum virki. Í brævinum verður greitt frá einari nýggjari framleiðsluverkætlan, sum virkið ætlar sær í holt við, og fíggarligar upplýsingar, sum hvørki eru ætlaðir blaðnum ella serliga nógvum øðrum fólki, eru í hesum góða brævi.
Tað er ikki virki sjálvt, sum hevur sent teldubrævið út, men virusið, sum er komið í teldurnar á virkinum.
Upplýsingar liggja ikki í einum viðheftum fíli, men í sjálvum tekstrútinum, og tí kunnu øll lesa tær uttan at fáa virusið.
Saman við teldubrævinum er eisini ein annar fílur sendur, og letur tú hendan fílin upp, so verður teldan hjá tær smittað.
Teldurnar mugu verjast
Í Danmark hava nógvar líknandi hendingar verið seinastu vikurnar, og okkurt sakførarvirkið hevur verið so óheppið at fáa hetta virus. Úrslitið av tí var, at loynilig skjøl vórðu send í umfar á internetinum.
Besta verjan ímóti hesum og øðrum virusum er at hava eitt gott anti-virus forrit, og tað er eisini umráðandi, at hetta forrit er dagførd, so tað kann fáa bilbukt við nýggj sløg av virusi, sum fara í umfar á netinum.
Trupulleikin við hesum virusi er, at tey, sum hava fingið tað, ikki vita av tí, og tí eru fólk og virki í rættiligari hjálparleysari støðu, til onkur ger vart við seg.