Leikurin, ið byggir lá skaldsøguna hjá William Heinesen við sama navni, hevur verið sera væl umtóktur og hevur fingið sera góð ummæli. Fullsettar skúlasýningar hava verið. Neyðugt hevur verið og er framhaldandi við eyka skúlasýningum. Til ta seinastu almennu sýningina var fullsett, og fólk fóru til hús aftur, eins og nógvir fyrispurningar hava verið um eykasýningar. Higartil hava umleið 3000 fólk sæð leikin.
Við tað at spælt verður sunnudagin kl. 16 er sostatt enn møguleiki hjá avbygdafólki at síggja leikin og sleppa til hús eftir sýningina. Tað verður ikki farið á bygd við leikinum Móðir Sjeystjørnu.
Atgongumerki kostar kr. 100 kr., men bólkar yvir 20 fólk fáa avsláttur. Eisini ber til hjá virkjum og stovnum at keypa sýningar. Meira fæst at vita um hetta frá Grímu ella Kunningarstovuni.
Leikurin viðger tey afturvendandi menniskjansligu fyribrigdini, bardagan millum lív og deyða, tað tímiliga og tað æviga, dreym og veruleika, kærleika og vón og mangt, mangt annað.
Pallmyndin hjá Elisu Heinesen er einføld, men sera spennandi og nýskapandi og gevur saman við ljósinum leikinum aðra vídd, enn vit vanliga eru von við.
Plakatin til leikin er klippið hjá William til bókina, og hevur Elisa eisini gjørt nýtt lay-out til myndina, so úrslitið er ein sera vøkur, litrík plakat, sum fæst til keyps í bókabúðunum og í samband við sýningarnar.
Eisini í donskum bløðum er ummæli av leikinum, saman við umrøðu av øllum tiltøkunum, ið vóru á 100 ára degi Williams, og skrivar Erik Skym Nielsen m.a. soleiðis í Information, tann 19. jan.:
?Hvor velgørende var det da ikke at se hans forfatterskab - ikke lobhudlet, men brugt, og brugt intteligent, i den teaterforestilling over Moder Syvstjerne, so ensemblet Gríma hold premiere på lørdag aften!?
Tónleikurin og ljóðmndin hjá Stamen Statchev gevur eisini leikinum sín serliga hugtakani dám.









