Eyðun Nolsøe og Frændur á pallin í Havn

Eyðun Nolsøe spælir til konsert fyri fyrstu ferð síðani fløgan hjá honum kom út

Fyri fyrstu ferð síðani fløgan Solo kom út, fer Eyðun Nolsøe at spæla á konsert.

Tað verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið, og saman við Eyðuni fara eisini Frændur at spæla.

Frændur eigur mest seldu fløguna í Føroyum í ár, og teir vitja aftur í Havn nú leygarkvøldið.

Saman við Eyðuni Nolsøe fer vanligi bólkurin hjá honum at spæla, men til tiltakið í Havn verða Kim Hansen og Kaj Johannesen eisini við sum gestatónleikarar.