Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m. a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkaðir til tiltakið.
Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá, ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið.
Eingin veitsla uttan Eyðun Nolsøe. Hann kann sum fáur fáa fjøldina at syngja við til øll tey stóru hittini frá Frændur tíðini, sum byrjaði fyrst í 1980’unum og hvørs sangir nærum hava verið folkaogn líka síðan. Nú mugu vit smyrja stemmubondini og vera klár at syngja við til løg sum Mítt Land, 80’ini, Eros, Uttanumtos, Ikaros... ja, øll hittini, ið vit eru vaksin upp við.
Tiltakið byrjar kl 21:00-03:45 og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki.
Atgongumerki eru til sølu á www.ebillett.fo. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.
90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.











