Eydnan býr í Latínamerika

Eru tølini í einari nýggjari nøgdsemiskanning hjá Gallup álítandi, eru fólk í teimum lastínamerikonsku londunum meiri eydnusom enn fólk aðrastaðni í heiminum.

Gallup hevur spurt fólk í 148 londum, hvussu eydnusom tey eru, og samanteljingin vísir, at ovast á listanum eru tey í Panama, Paraguay, El Salvador og Venesuela.

Einki land í Evropa er millum tey tíggju ovastu á listanum. Harafturímóti eru tvey evropeisk lond í hinum endanum. Tey eru Hvítarussland og Litava. Tey mest eydnuleysu búgva í Armenia, Irak og í Singapore.

Fleiri lond vóru ikki við í kanningini, eitt nú Noreg, Sveis og Ísland.