Seinnapartin spældu Eyðvør Klakstein og liðfelgararnir í CD Marino ímóti Mullier FCN í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini. Mullier FCN liggur næstfremst í deildini, har CD Marino er nummar 9 av 14 liðum.
Dysturin var tættur, men tað endaði við at Mullier FCN vann 2-1. Mullier legði seg á odda tíðliga í dystinum, men beint fyri hálvleikssteðgin javnaði Eyðvør Klakstein, eftir at hon gjørdist leys við málmanninum.
Í seinna hálvleiki var CD Marino fleiri ferðir nær við at skora, men tað lukkaðist ikki, hóast onkur møguleiki var heilt stórur. Í staðin var tað oddaliðið, sum skoraði og tryggjaði sær sigurin.
Eyðvør Klakstein hevur nú skorað 9 mál og er toppskjútti hjá CD Marino. Tríggir dystir eru eftir í kappingini, sum endar hálvan mai.