Eyðgunn og Marita tosa um arbeiðaradagin

Í kvøld, Altjóða Arbeiðaradagin, klokkan 19,30, skipar Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyri almennari 1. mai café í felagshølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini á Heiðavegi í Saltangará.

Á fundinum fara tær báðar, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, høgrumegin, og Marita Rasmussen, stjori í Vinnuhúsinum at siga sína hugsan um, hvønn týdning hesin arbeiðaradagurin hevur havt, hvønn týdning, hann hevur í dag og hvønn týdning, hann fer at fáa.

Marita Rasmussen hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, sum er felagið hjá arbeiðsgevarunum, og hon hevur verið nógv frammi í samfelagskjakinum, har hon ikki hevur fýrt fyri at siga sína greiðu hugsan.

Eyðgunn Samuelsen er magistari í samfelagsfrøði og søgu, og hartil hevur hon frá ungum árum verið virkin á politiska vinstraveinginum, og situr nú á tingi fyri Javnaðarflokkin.

Felagssangur verður eisini á skránni, og trubadoururin, Kári Sverrisson, fer at spæla og syngja nakrar sangir.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag sigur, at tiltakið er alment, sama hvør politiski liturin annars skuldi verið, og aftaná framløgurnar, verður kjak