-Vit venda ikki aftur frá evruni, og tí ætli eg mær als ikki at svara spurningum um, hvat hendir, um evran fer fyri bakka. Tað hendir ikki, tí vit kunnu ikki gera tað mistak.
So greiður var ES-forsetin, Herman van Rompuy, á tíðindafundi í St. Pætursborg í dag. Hann og formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, hava verið í Russlandi og tosað við Vladimir Putin, forseta um ætlanina at økja búskaparsamstarvið millum ES og Russland. Á fundinum royndu teir báðir ES-menninir eisini at sannføra russiska forsetan um, at evran er framvegis líka trygt íleggingargjaldoyra sum fyrr hóast trupulleikar í seinastuni.
Á tíðindafundinum segði van Rompuy, at næsta ár verður búskaparvøksturin í evrulondunum millum 1,0 og 3,0 prosent.