Hesa vikuna hava Norðskála/Oyra skúli á Oyrarbakka og Tjørnuvíkar skúli lagt saman. Hetta er aðru ferð hetta skúlaárið, at skúlarnir leggja saman í eina viku við serligum evni. Hesaferð er evnið Alexandur Kristiansen. Næmingar fáa serligt innlit í skaldaheimin hjá Alexanduri, sum eisini vitjar skúlan. Um vikuskiftið verður framsýning við tí, næmingarnir hava gjørt og mánakvøldið, 17. mai kl. 20.00, skiparSunda bókasavn fyri kvøldsetu. Alexandur Kristiansen fer at greiða frá um skaldaverk sítt, yrkingar og týðingar, og Bárður Jákupsson, sum hevur myndprýtt bókina Grísaflísa-Pætur, tosar um tað at tekna til børn og um tekningar hjá børnum
Sjóðandi lív er um allan skúlan. Í bólkum við 3 - 5 næmingum royna næmingarnir at fáa tað at ríma, og tað eydnast hjá teimum flestu. Øll møtast aftur í Skálanum, lesa sínar yrkingar, fáa viðurkennandi viðmerkingar frá Alexanduri, og so er tíðin komin at takka fyri seg og biðja farvæl. Tjørnuvíksbørn skunda sær til bussin, og hini hvørva so líðandi. Alt gongur sera friðarliga fyri seg. Næmingarnir eru mettir av upplivingum, og nú er gott at sleppa út í ta frísku luftina.
Spyrt tú onkran av næmingunum, hvat var best í dag, siga tey, at alt var gott, men at torførast var at mála á lørift og at fáa rímið at sita - men stuttligt var tað.
Tjørnuvíkar skúli og Norðskála/Oyrar skúli hava lagt saman hesa vikuna. Hetta er aðru ferð í hesum skúlaárinum. Til jólar vóru skúlarnir saman um at fyrireika jólini, úrslitið var eitt stórfingið jólahald, ið var sýnt fleiri ferðir og í báðum bygdum.
Hesaferð hava skúlarnir sett hvør øðrum stevnu fyri at fáa innlit í skaldaheimin hjá Alexanduri Kristiansen. Sum kunnugt hevur Alexandur yrkt nógv til børn, fleiri av yrkingarsøvnunum eru komin út við nótum og á fløgu. Ymiskir teknarar hava myndprýtt og hava harvið sett sín serliga dám á útgávunar. Alexandur er vorðin fólkaogn, ella kanska rættari barnaogn, og næmingarnir halda seg eiga í honum og vildu fegin, at hann kom aftur í morgin, so hann kundi lisið meira úr nýggjasta yrkingarsavni sínum, sum fer at koma út í oktober.
Tímatalvan er sett til viks, og tey 60 børnini hava verið virkin frá morgunstundini. Byrjað verður við morgunsangi í Skálanum. Hesa vikuna syngja vit : Av einglamunni komu boð, sum Alexandur hevur yrkt. Síðan lesa øll í einar 20 minuttir. 60 børn lið um lið, ikki eitt kis.
Síðan varð farið í flokkarnar, greitt varð frá um Alexandur Kristiansen, um yrkingarsøvnini, og yrkingar vóru lisnar. Tá ið tímin var liðugur var langt fríkorter. So var tíðin komin til sangløtuna í Skálanum. Vit sungu sangir hjá Alexanduri, bæði kendar og ókendar. Eisini royna vit at fáa rapp-sangin at rigga.
Aftaná matarsteðgin og langa fríkorterið verður aftur farið í flokkarnar, nú velur hvør næmingur sær eina yrking, sum hann roynir at tekna. Áðrenn hvør fer til sítt verður loggbók skrivað.
Annan dagin aftan á morgunsang og lesiløtu verður greitt frá mannagongdini, tá ið farið verður at skitsa. Síðan fara øll í holt við at skitsa, onkur fer útum og onnur fara inn í stovuna. Arbeitt verður framvegis út frá eini yrking. Skitsan verður gjørd liðug og teknað á løriftið. Næmingarnir verða kunnaðir um litlæru, og um hvussu teir koma í gongd við at mála.
Mikumorgun er klárt at fara at mála. Dagurin byrjar sum vanligt, og síðan verður riggað til. Næmingarnir eru spentir og arbeiða miðvíst. Hildið verður fram at mála aftaná fríkorterið.
Aftaná matarsteðgin savnast øll í Skálanum, nú er Alexandur komin. Løtan byrjar við, at næmingarnir syngja tveir sangir við klaver- og kornettfylgispæli. Alexandur greiðir síðan frá, hvussu hann yrkir. Hann greiðir frá muninum millum ein sang og eina yrking og tosar um modernað skjaldur, tvætlirímur. Honum dámar at spæla sær við orðum og at finna orð, sum eru tvítýdd, og setir tey saman, so okkurt skemtiligt kemur burturúr. Alexandur lesur nakrar yrkingar úr nýggja savninum, sum kemur út í heyst, og næmingarnir fáa høvi at spyrja. Hugagóður svarar hann teimum skilagóðu spurningunum. At enda býtir hann næmingarnar sundur í yngri og eldri og gevur teimum uppgávur.
Yrkingarlagið hjá Alexanduri er við til at skerpa málsliga tilvitið hjá børnunum, og spennandi verður at vita, hvussu fer at gangast, tá ið tey skulu gera sínar egnu yrkingar. Málningurin skal gerast liðugur, og síðan skal alt gerast klárt til framsýningina. Leygardagin koma foreldrini í skúla.
Nú vikan er liðug hava næmingarnir lisið og skrivað, teknað og málað, sungið og yrkt, tingast og mett um. Soleiðis hevur skúlin roynt at møtt næminginum, har hann er staddur, og givið honum møguleika at menna seg í treysti til sín sjálvs og til felagsskapin.
Hvør nýggjur dagur er framhald av degnum fyri. Dagurin verður ikki tægaður sundur, og tá ið ringt verður fyri fríkorteri, hava næmingarnir einki annað í huganum enn at skula út at røra seg.
Sum nevnt fara næmingarnir í skúla leygardagin. Teir møta kl. 9.00. Foreldrini eru væl komin frá 10.00 til 12.00.
Framsýningin stendur eisini uppi mánakvøldið, 17. mai kl. 20.00, tá ið Sunda bókasavn skipar fyri kvøldsetu. Alexandur Kristiansen fer at greiða frá um skaldaverk sítt, yrkingar og týðingar, og Bárður Jákupsson, sum hevur myndprýtt bókina Grísaflísa-Pætur, tosar um tað at tekna til børn og um tekningar hjá børnum.
Øll eru hjartaliga væl komin, heilsa tey úr Norðskála/Oyra skúla á Oyrarbakka.










