Evensens pakkhús - hølið hjá Knørrafelagnum og livandi bátasavn?

Kommunan hevur ábyrgd av at útvega øllum sínum ítróttarfeløgum góðar umstøður at virka í. Kappróðurin er tjóðarítróttur okkara, men kortini hevur Róðrarfelagið Knørrur ongantíð havt nøkur høli øll síni góð 30 ár. Felagið hevur gjørt eitt spennandi og gjøgnumhugsað uppskot um at skapa eitt livandi bátasavn í Evensens pakkhúsi, har tey nú húsast í veghæddini.

 

Dreymurin hjá felagnum er framhaldandi at hava róðrarbátarnar í veghæddini og so brúka miðhæddina til skiftandi framsýningar, har vit uppliva føroyska róðrarbátin gjøgnum tíðirnar og møguliga kunnu nýggir bátar smíðast harinni eisini. Felagið ynskir at brúka ovastu hæddina í pakkhúsinum til felagsvirksemi, eitt nú til innivenjing, sosialan aktivitet, toilett og annað.

 

Hetta er eitt frálíkt hugskot og kann - umframt at tryggja Knørrafelagnum góðar og tryggar umstøður - vera við til at tryggja, at vitanin um føroyska bátin verður víðariførd til komandi ættarlið. Løgmansskrivstovan eigur pakkhúsið, men har eiga vit sum kommuna at kunna gera avtalur við landsstýrið um at sleppa at brúka húsið til hetta virksemi - sum bæði tænir áhugamálum hjá kommununi og landinum.

 

Knørrafelagið skrivar: Satt at siga er einki hús í Havnini betur egnað. Tað hevur støddina, sjarmuna og søguna. Tað liggur mitt í býnum, og tað liggur beint við sjógvin.