Europapolitikkurin hjá landsstýrinumer aftur fyri hørðum atfinningum frá fyrrverandi løgmann, Edmund Joensen. Hann hevur áður sóknast eftir innihaldinum í tí nýggja europapolitikki, sum varð fráboðaður, tá samgongan tók við. Tá nýggja landsstýrið varð skipað, var fráboðað, at nýggj kós var sett mótvegis Europa og Europasamveldinum. Kannast skuldi, um limaskapur í EFTA var eitt mál. Vit skuldu nærkast ES samveldinum og royna at fáa lut í teimum fýra frælsunum innan fyri ES: fríur flutningur av vørum, tænastum, arbeiðsmegi og kapitali.
Edmund finnst at, at síðani hevur lítið og einki verið røtt um tann nýggja Europapolitikkin. Hann finst eisini at fjølmiðlunum, tí miðlarnir einki gera við hetta mál. Henda atfinning er ikki heilt rættvís, tí vit hava her í oddagreinum eftirlýst einum miðvísum europapolitikki við greiðum innihaldi. Vit hava víst á, at síðan løgmaður undir fyrru samgongu kom aftur úr Bruxelles við einum lyfti um, at Føroyar kundu koma upp í granskingarprogrammið, ið myndar karmarnar fyri øllum granskingarsamstarvinum í ES, er í roynd og veru einki hent. Vit mugu geva Edmundi rætt í, at røða løgmans á ólavsøku var eitt upplagt høvi at koma við eini fráboðan um nýggja ES politikkin, men her varð lítið nevnt ud hetta týðandi mál. Í løgmansrøðuni verður bara stutt sagt, samstarvið við ES verður endurskoðað.
Uttan at leggja okkum út í føroyskan flokspolitikk mugu vit ásanna, at nakað er um hesar vera atfinningar. Undanfarna samgonga, royndi veruliga at fá gongd á uttanríkispolitikkin, men var fyri hørðum atfinningum frá nøkrum af teimum, sum nú sita við stjórnarábyrgd. Tann samgongan hevði hóast alt nøkur mál fyri ES samstarvinum innan útbúgving, gransking, flogferðslu o.a. og hesi mál vórðu eitt nú sett út í kortið við Visjón 2015. Verður sæð burtur frá málinum um gransking kom ikki tað stóra burturúr. Hinvegin hevði tann samgongan toluliga klár mál og hildu hóast alt pottinum javnan á kóki. Nú tykist hetta mál mestsum deytt, og tað er ikki gott fyri øll tey samfelagsøki, ið hava ein greiðan áhuga í einum meira formaliseraðum ES samstarvi.
Tað er sjálvsagt gott, at landsstýrið, ið jú tykist at halda fram, ætlar at endurskoða samstarvið við ES. Men almenningurin má fáa at vita við hvørjum atlitum endurskoðanin verður framd. Vit mugu við øðrum orðum fáa at vita, hvørji eru málini við europapolitikkinum, og hvussu hugsar landsstýrið sær at røkka hesum málum? Vit mugu kenna innihaldið í europapolitikkinum. Her trýtur opinleiki og trótandi opinleiki sømir seg ikki fólkaræði. Tað er tí neyðugt, at almenningurin verður kunnaður um politikkin á hesum øki, soleiðis at vit kunnu fáa tað neyðuga politiska og breiða samfelagsorðaskiftið um hetta stóra og týðandi mál.