Víkingur fær seinnapartin vitjan av HB. Talan verður um fyrsta landskappingardystin í fremstu deildini á nýggja graslíkinum í Sarpugerði.
Víkingur og HB kappast um næstfremsta plássið, og felags fyri Víking og HB er, at hesi liðini seinastu tikurnar hava tapt ímóti toppliðnum KÍ, og at tey harvið tykjast hava mist møguleikan at vinna FM.
Dagsskráin er í fyrstu atløgu at vinna næstfremsta plássið og harvið at tryggja sær rættin til næsta summar at taka lut í Europa.
Higartil í ár hevur Víkingur havt takið á HB. Víkingur hevur vunnið báðar dystirnar – í Sarpugerði og í Gundadali – 2-1.
Hjá Víkingi kemur tað illa við, at landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar er skaðadarvaður. Hann hevur ikki vant og spælt í meiri enn fýra vikur. Um tað ber til at pjøssa hann so mikið, at hann verður førur fyri at spæla í dag var undan vikuskiftinum rættiliga lítið sannlíkt. Tað er skaði í skinnabeininum, sum darvar.
Dan í Soylu hevur ikki verið á besta HB liðnum síðani 13. juni, tá ið Víkingur vann 2-1 ímóti HB í høvuðsstaðnum. Hann hevur síðstu vikurnar vant við fullari ferð, og tað kann væl vera, at hann fer at eiga onkran leiklut í dag.










