Europa League: Hesum kunnu B36, HB og NSÍ møta

Í morgin klokka 12 verður lutakastið til undanumfarið í Europa League. Trý føroysk eru við

Í morgin klokka 12 verður lutakastið til undanumfarið í Europa League. B36, HB og NSÍ eru við í lutakastinum. Tað er nú greitt hvørjum tvey kunnu møta í undanumfarinum.

Føroysku liðini eru í bólki 2 og eru styrkismett. Føroysku liðini kunnu møta St Joseph's av Gibraltar, Barry Town United úr Wales ella norðurírsku Coleraine ella Glentoran. Tað verður bara ein dystur og lutakastið avgerð um tað er á heimavølli ella útivølli. Dystirnir verða spældir 20. august og verða avgjørdir við longdari leiktíð og brotssparkskapping

Bólkur 1:

Styrkismett:

Lincoln Red Imps (GIB)

FC Santa Coloma (AND)

Tre Penne (SMR)

Egordany (AND)

Ikki styrkismett:

Prishtina (KOS)

Zeta (MNE)

Iskra Daniovgrad (MNE)

Gjilani (KOS)

 ##med2##

Bólkur 2:

Styrkismett:

B36 Tórshavn (FRO)

La Fiorita (SMR)

NSÍ Runavík (FRO)

HB Tórshavn (FRO)

Ikki styrkismett:

St Joseph's (GIB)

Coleraine (NIR)

Barry Town United (WAL)

Glentoran (NIR)