Estland vann í Serbia

Tá ein tími var farin av dystinum var Serbia á odda 1-0 við máli frá Zdravko Kuzmanovic, men so svaraði Estland aftur. Fyrst javnaði Tarmo Kink við kanón skoti og løtu seinni legði Konstantin Vassiljev Estland á odda. Í evstu løtu gjørdi Serbia sjálvmál.

 

Winsor Park var fult sum altíð, tá Norður-Írland í kvøld tók ímóti Italia. Einki mál kom í dystinum, men Norður-Írland vildi hava brotsspark upp til tvær ferðir, men dómarin dømdi ikki. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki.

 

(D) (V) (J) (T) (Málúrtøkan) (Stig)

1 Italia 3 2 1 0 7 - 1 7

2 Estland 3 2 0 1 6 - 4 6

3 Slovenia 3 1 1 1 6 - 3 4

4 Serbia 3 1 1 1 5 - 4 4

5 N.Írland 2 1 1 0 1 - 0 4

6 Føroyar 4 0 0 4 2 - 15 0