ES nevndin steðgar øllum gjaldingum til palestinar

ES fer at kanna allar hjálparverkætlanir í Palestinska Sjálvstýrinum eftir álopini á Ísrael

 

Mahmud Hams/AFP/Ritzau Scanpix

ES nevndin hevur gjørt av at steðga øllum gjaldinum til Palestinska Sjálvstýri. Tað upplýsir ES kommiserurin, Oliver Varhelyi á X, sum fyrr æt Twitter.

– Yvirgangurin og harðskapurin mótvegis Ísrael og fólki tess er eitt vegamót. Vit kunnu ikki halda fram sum nú, skrivar hann.

Allar hjálparverkætlannir skulu eisini gjøgnumgangast, sigur kommiserurin.

Hjálpin hjá ES tilsamans til Palestinska Sjálvstýri er upp á 5,15 milliardir krónur.

Landaøkið hjá Palestinska Sjálvstýrinum, Gazageirin, er á stødd við Streymoy

/ritzau/

 

Mahmud Hams/AFP/Ritzau Scanpix