ES dómstólurin hevur nú sligið fast, at øll skulu hava møguleikan at síggja landsdystir. Orsøkin til tað er, at dómstólurin metir landsdystir hava so mikið stóran almennan áhuga. Danskir miðlar skriva í dag, at ES dómstólurin hevur sligið fast, at danski staturin skal syrgja fyri, at lítla gjalds-kanalir ikki fáa rættindi til landsdystir.
Hetta er ein ógvuliga prinsipiell avgerð, sum kann fáa stóran týdning fyri fótbóltsheimin í framtíðini.
Í dóminum stendur, at limalondini skulu
forbjóða, at bert gjalds-kanalir vísa eina hending, sum hevur stóran almennan áhuga, um tað merkir, at stórur partur av fólkinum ikki hevur møguleika at síggja hendingina.
Hervið er tað álagt øllum limalondunum at tryggja, at fótbóltsdystir verða vístir á landsumfatandi sjónvarpi.
Í Føroyum hava vit ikki sæð allar landsdystir seinastu árini, tí Kringvarp Føroya metir tað verða ov kostnaðarmikið. Áhugavert verður at vita, um KVF nú hevur ætlanir um at raðfesta øðrvísi.