Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum
----
Tað var ógvuliga harmiligt at lesa grein í Sosialinum 16. mars »Millum ringastu umhvørvissvín«. Blaðmaðurin hevði ikki ómakað sær nóg væl at lýsa málið úr fleiri sjónarhornum. Tað verður sagt í greinini, at blaðmaðurin hevur roynt at fáa fatur á mær til eina viðmerking, men mær vitandi hevur blaðmaðurin hvørki ringt til mín ella til Innlendismálaráðið fyri at fáa eina viðmerking til greinina. Tí kenni eg tað sum mína skyldu at skriva hesa blaðgrein fyri at lýsa okkara síðu av málinum.
Í tíðindagreinini stendur skrivað, at Føroyar standa langt aftan fyri hini Norðanlondini og ES, og verður eitt nú Ísland brúkt sum dømi. Í greinini skrivar blaðmaðurin, at Ísland skerjir sítt útlát við 20% í mun til 1990, meðan Føroyar bara skerja 10%, um vit umrokna hetta til 1990 sum støðisár. Blaðmaðurin gloymir bara eina týdningarmikla millumrokning, nemliga at Ísland slapp at hækka sítt útlát við 10% í Kyotoavtaluni. Leggja vit tølini fyri Ísland saman við niðurskurðin hjá Føroyum, so standa Ísland og Føroyar á jøvnum, við tað at londini bæði reelt spara 10% í mun til 1990 sum støðisár. Sostatt standa vit ikki aftan fyri okkara íslendsku grannar. Tó er tað rætt, at vit standa aftan fyri Norra, sum er heimsins førandi tá ið tað kemur til at skerja útlátið av veðurlagsgassi, men hetta ger ikki Føroyar til heimsins størsta umhvørvsissvín.
Í mun til ES er støðan í Føroyum ikki so ring, sum blaðmaðurin vil vera við. Bróðurparturin av tí niðurskurði, sum 27 ES-londini gera, verður regulerað í einari kvotaskipan. Allur stórídnaður hjá ES er partur í kvotaskipan, sum er skipað við keyp og sølu av CO2 kvotum. Hendan kvotaskipanin hevur í seinastuni verið undir hørðum atfinningum, tí tað er komið undan kavi, at tað er komin stór peningalig spekulatión í hesa skipan. Harumframt ber eisini til hjá ES, umframt øðrum londum, at fáa góðskrivað niðurskurð fyri íløgur í viðarvøkstur, tøkniliga menning í orkuskipanir í menningarlondum o.a. Hesir møguleikar, sum gera tað lættari hjá londunum at rokna seg til ein niðurskurð í útlátinum, kallast fyri »offsets«. Ein skipan, sum loyvir einum landi at rokna átøk, sum eru gjørd í øðrum londum, við í sín nationala niðurskurð. Ein kann seta spurnartekin við, um tað er rætt ella skeivt at gera brúk av tílíkum skipanum, og góðskriva hetta sum eina nationala skerjing av CO2 útlátinum. Globalt sæð er tað kanska rætt, tí veðurlagstrupulleikin er globalur og má loysast í øllum heimsins londum. Í Føroyum gera vit ikki brúk av »offsets« møguleikum. Okkara mál er fyrst og fremst at minka okkara heimliga útlát. Føroyska málið um at minka útlátið við 20% í 2020 skal røkkast við nationalum niðurskurði, uttan brúk av góðskrivingarmøguleikum. Hetta fremur gjøgnumskygni í okkara átøkum. Fara vit at gera brúk av »offsets«-skipanum er ætlanin, at hesin niðurskurður skal koma afturat verandi máli um 20% niðurskurð í heimliga útlátinum.
Tað er sera harmiligt, at vit í Føroyum eru so ófør at sláa hvønn annan í heysin við, at vit eru umhvørvissvín og óambitiøs, tá ið onnur kring okkum rósa okkum fyri eitt gott og ambitiøst arbeiði. Hetta kom fram undir veðurlagsráðstevnuni, har eg á fleiri pallum fekk høvi at greiða frá veðurlagspolitikki Føroya við sera positivari móttøku, ikki minst undir sjálvari ráðstevnuni í Bella Centrinum, har vit á einum væleydnaðum Side eventi fingu varpað ljós á Føroyar, føroyskan veðurlagspolitikk og varpað ljós á havið. Eisini valdi danski veðurlagsmálaráðharrin, Lykke Friis, at umrøða ambitiøsa føroyska veðurlagspolitikkin í sínari COP15-røðu. Í løtuni verður arbeitt í tøttum samstarvi við danir um at fráboðað UNFCCC føroyska tekstuppskotið, sum vit fingu semju um við danir undir veðurlagsráðstevnuni.
Eg má viðurkenna, at politiskt hevur man ikki gjørt nóg nógv við veðurlagsøkið fyrr enn nú, og tí fegnist eg um, at vit í Føroyum nú hava átikið okkum politiska ábyrgd á veðurlagsøkinum og sett ambitiøs mál at minka um okkara heimliga útlát. Hóast niðurskurðurin í Føroyum neyvan fer at loysa tann globala veðurlagstrupulleikan, so er tað umráðandi, at vit vísa medábyrgd og innlima okkum í alheimssamfelagið heldur enn at standa uttanfyri. Við at halda áfram at skerja útlátið av veðurlagsgassi gera vit okkum samstundis minni heft at oljuni, sum dagliga er ein hóttan ímóti okkara vinnulívi og búskapi sum heild. Vit hava við einari breiðari politiskari semju tikið fyrsta stigið tann rætta vegin, og vónandi fara vit at seta okkum enn hægri mál í framtíðini á veðurlagsøkinum, sum bæði gagnar umdømi føroyinga og ger okkum sterkari búskaparliga.